Eftir eina keðiliga byrjan kom føroyska liðið meir við í seinna hálvleiki, men tá avtornaði vann Skotland ein sanførandi 7-2 sigur á Føroyum

Skotland, ið liggur á 20. plássi á FIFA-styrkislistanum, vann ein tryggan 7-2 sigur á Føroyum, tá føroyska kvinnulandsliðið fyri fyrstu fer nakrantíð royndi seg í HM-undankappingardysti.

Føroyska liðið fekk eina rættuliga keðiliga byrjan uppá dystin, og longu tá tjúgu minuttir vóru spældir, var støðan 4-0 til skotsku gestirnar. Hesa fyrstu løtuna sat Skotland á øllum, og var tað ikki fyri eina vælspælandi Randi Wardum í føroyska málinum, kundu skotar fingið nógv fleiri mál.

Tá liðini fóru til hálvleik var støðan 5-0 til Skotland, men eftir steðgin kom føroyska liðið meir við í dystin. Leikgongdin var kortini tann sama, har gestirnir høvdu bóltin meginpartin av tíðini, men nú riggaði føroyska verjuspælið munandi betri, og eisini gekst betri at spæla seg fram eftir vøllinum.

Skotland skoraði tvey mál afturat, men í seinastu minuttunum av dystinum svaraði Føroyar aftur, og við tveimum góðum málum frá Heidi Sevdal, gjørdist endaliga støðan 7-2 til skotsku gestirnar.

Longu komandi hósdag skuldu føroysku kvinnurnar aftur í eldin, tá Pólland tekur ímóti.