Við einum stórspælandi Robbie Keane í írska álopinum vann Írland 3-0 í HM-undankappingardysti móti Føroyum
Heldur ikki í fimta undankappingardystinum til HM 2014, sum verður í Brasil, eydnaðist føroyska landsliðnum at fáa stig. Men uppgávan var eisini ein av teimum stóru, tá Írland tók ímóti á Aviva Stadion í Dublin. Úrslitið gjørdist 3-0 til vertirnar, sum vóru frammanfyri við einum í steðginum.
Robbie Keane, ið spældi landsdyst nummar 126 fyri Írlandi, og harvið setti nýtt landsliðsmet fyri írar, gjørdi øll málini í 3-0 sigrinum á Føroyum.
– Eg eri sjálvandi ikki nøgdur við at vit tapa, men tað var kortini hugaligt at síggja, at innsatsurin hesaferð var munandi betri enn í seinasta dysti, tá Føroyar taptu 6-0 fyri Eysturríki. Og um meir hepni var við okkara leikarum, so kundu vit fingið okkurt mál, segði Lars Olsen, landsliðsvenjari, eftir dystin.
Næsti dystur hjá føroyska liðnum verður komandi týsdag, tá Svøríki tekur ímóti á Friends Arena í Stockholm. Tá vera Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson tøkir aftur, eftir leikbann, men í dystinum móti Írlandi fekk Rógvi Baldvinsson gult kort, og er tí leikbannaður til dystin móti svium.