Við málum frá Christian Lamhauge Holst, sum skoraði tvær ferðir, Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson, vann føroyska landsliðið leygarkvøldið ein tryggan 4-1 sigur á Gibraltar
– Hetta var ein sera týdningarmikil sigur, og um meir hepni var við okkum, so kundi sigurin verið munandi størri, segði Lars Olsen, landsliðsvenjari, við gibraltesisku miðlarnar eftir dystin leygarkvøldið.

Føroyska landsliðið við monnum vann fyrsta dystin í hesum árinum, tá Gibraltar tók ímóti í venjingardysti á Victoria Stadium á Gibraltar leygarkvøldið 1. mars.

Eftir eina heldur trilvandi byrjan, har gibraltarbúgvar komu á odda, reistist føroyska liðið, og tá saman um kom var føroyski sigurin ongantíð í vanda.

Tað vóru ikki spældir meir enn eini 10-15 minuttir, tá heimaliðið kom á odda eftir horna úr vinstru. Roy Chipolina kom at standa væl fyri við handaru stong, og ódekkaður kundu Chipolina seta høvdið á bóltin, og so var 1-0 til Gibraltar.

Men gleðin var stokkut hjá heimaáskoðarunum. Lítla løtu eftir gibraltesiska leiðslumálið, javnaði Jóan Símun Edmundsson til 1-1, og løtu seinni legði Christian Lamhauge Holst Føroyar á sigurskós.

Stutt fyri steðgin fekk Fróði Benjaminsen gyltan møguleika at økja um føroysku leiðsluna, eftir at norðurírski dómarin hevði floytað fyri brotssparki til Føroyar. Men úr ellivu metrum sendi føroyski liðskiparin bóltin uppum gibraltesiska málið.

Føroyska liðið sat á meginpartinum av spælinum í fyrra hálvleiki, og eftir hvíldina var gongdin hin sama. Tað var tí fult í tráð við leikgongdina at Hallur Hansson kundi økja til 3-1, áðrenn Christian Lamhauge Holst, við sínum næsta máli í dystinum, slerdi føroyska sigurin fastan.

Føroyska liðið var sum heild nógv betri enn Gibraltar, og um meir hepni var við okkara monnum, kundi sigurin verið væl størri.

Eftir dystin var tíðindafundur á Victoria Stadium, og millum annað vóru gibraltesisku miðlarnir áhugaðir í, hvat føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen helt um, hvussu Gibraltar fór at klára seg í komandi EM-undankapping.

– Gibraltar er komið í ein harðan bólk, við nógvum góðum londum, millum annað Týskland, og eg vænti at gibraltarbúgvar koma at fáa tað strævið. Føroyska landsliðið hevur mangan verið undir stórum trýsti, men føroyingarnir hava lært, hóast onkur stórtap til tíðir, hvussu spælast skal ímóti teimum stóru londunum, segði Lars Olsen á tíðindafundinum eftir dystin ímóti Gibraltar.