Patrik Johannesen skoraði einsamalla málið, tá A-landsliðið við monnum týsdagin vann ein tepran, men samstundis tryggan 1-0 sigur á Liktinstein

——————

Føroyska A-landsliðið við monnum vann týsdagin ein tepran 1-0 sigur á Liktinstein. Einasta málið í dystinum skoraði Patrik Johannesen, tá tvøramaðurin, ið dagliga spælir við Keflavík í Íslandi, stútaði bóltin í netið, eftir innlegg úr høgru.

Sum heild var føroyska liðið betri allar 90 minuttirnar, og sigurin var ongantíð í vanda. Hetta var samstundis sjeyndi sigurin, av sjey møguligum, sum Føroyar hava vunnið ímóti Liktinsstein í altjóða A-landsdystum.

Næst á skránni hjá A-landsliðnum við monnum er UEFA Nations League, sum byrjar á útivølli 4. juni, tá mótstøðuliðið er Turkaland. Hini londini í bólkinum eru Litava og Luksemborg.

Myndir: Hans Erik Danielsen