Sætta árið á rað hevur EB/Streymur spælt seg í finaluna um Løgmanssteypið, og seinastu fimm árini hava sundalagsmenn vunnið fýra ferðir
Gundadalur, mikukvøldið 23. mai. Klokkan er júst farin av sjey, og HB hevur skorað til 3-0 ímóti EB/Streymi.

Tann trygga leiðslan, ið sundalagsmenn høvdu vunnið sær í fyrru hálvfinaluni, er mist, og nú er tað brádliga HB, ið hevur beina kós í finaluna um Løgmanssteypið.

Flestu leikararnir hjá EB/Streymi hanga við høvdinum, og tað sama gera teirra trúðføstu fjepparar.

Felagsliðið úr sundalagnum hevur seinastu fimm árini verið annar parturin av steypafinaluni, men nú sær út til, at HB fer avstað við finaluplássinum. 

Men lítla løtu eftir triðja málið hjá havnaliðnum, skorar EB/Streymur tvær ferðir, og so var aftur undanbrekkan fyri sigursvandu sundalagsmenninar.

HB megnar at skjóta tvey mál afturat, men einki hjálpir. Við reglunum um útivallarmál, hava sundalagsmenn vunnin rættin at spæla ársins finalu um Løgmanssteypið, sætta árið á rað.

Síðani 2007 hava sundalagsmenn vunnið Løgmanssteypið fýra ferðir. Í finaluni í 2009 fóru sundalagsmenn av vøllinum við ongum. Ta ferðina var mótstøðuliðið Víkingur. 

Innslagið niðanfyri er frá 3-2 hjá Kringvarpinum, í samband við seinnu hálvfinaluna millum HB og EB/Streym.