1. deild menn: Meðan 07 Vestur spældi málleysan javnleik, vunnu AB og Skála sínar dystir í 20. umfari í næstbestu deildini hjá monnum
Nú sjey umfør eru eftir at spæla í 1. deild hjá monnum, eru bara fimm stig á muni millum nummar 1 og nummar 3.
Fult umfar í næstbestu deildini hevur verið í dag, og við sannførandi sigri á ávikavist Víkingi og NSÍ, halda AB og Skála fast um 2. og 3. plássið, samstundis sum 07 Vestur spældi málleysan javnleik í Gundadali móti HB.

Víkingir – AB 0-4 (0-2)
Í Leirvík vann AB 4-0 á Víkingi. Nicolaj Eriksen gjørdi tvey mál fyri argjamenn, meðan Morten Overgaard og Ebbe Kristin Thomsen skoraðu hvør sítt.

NSÍ – Skála 1-3 (1-0)
Við Løkin í Runavík fóru skálamenn avstað við øllum trimum stigunum. Skála vann 3-1, men í steðginum var støðan 1-0 til NSÍ. Einsamalla málið hjá runavíkingum gjørdi Jóhannus Hansen.
Men í seinna hálvleiki gjørdi Skála sína skyldu sum oddalið, og við hvør sínum málið frá Edvin Jacobsen, Ólavur Mikkelsen og Karstin Justesen, fóru sigurin og stigini yvir um fjørð.

Úrslit, 20. umfar:
B68 – B71 0-3 (0-2)
Víkingur – AB 0-4 (0-2)
NSÍ – Skála 1-3 (1-0)
EB/Streymur – KÍ 1-3 (0-1)
HB – 07 Vestur 0-0 (0-0)

21. umfar í 1. deild hjá monnum verður spælt komandi mikudag, 22. august.
AB – B68
KÍ – HB
B71 – NSÍ
07 Vestur – Víkingur
Skála – EB/Streymur

Støðan í 1. deild hjá monnum