Um nóg góð undirtøka verður, skipar FSF fyri trimum B1-venjaraskeiðum í januar 2015. Skeiðini verða í Havn, á Skála og í Trongisvági
Fyrsta skeiðið verður í Gundadali í Havn 16. – 18. januar, annað skeiðið verður eftir ætlan á Skála 23. – 25. januar, meðan triðja B1-venjaraskeiðið verður í Trongisvági mánaðarskifti 30. januar til 2. februar 2015.
Skeiðsleiðarar verða í Havn vera Bill M. Jacobsen og Eli Hentze. Á Skála vera tað Álvur Hansen og Janus Rasmussen, meðan Petur Simonsen, Pól F. Joensen og Jón Pauli Olsen standa fyri skeiðinum í Trongisvági.
Venjaraskeiðini eru treytað av nóg góðari undirtøku. Er tørvur á fleiri skeiðum, vegna góða undirtøku, verður møguleiki fyri tí.
Endamál/innihald:
B1-venjaraskeiðið er byrjunarskeið hjá teimum, ið ætla at útbúgva seg á venjaraøkinum.
B1 er eisini ætlað foreldrum og leiðarum, sum á ymiskan hátt ynskja at hjálpa til í felagnum, við eitt nú venjing av yngri børnum.
Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum.
Tey, sum hava tikið B1-venjaraskeið, hava rætt til at luttaka á B2-skeiðnum, sum verður vikuskiftini 6. – 8. og 13. – 15. februar 2015.
Evni, sum verða viðgjørd á B1-skeiðnum, eru m.a.:
• Fótbóltur, foreldur og felag
• Leikarin/barnið
• Venjing og dystur
• Venjarin/ungdómsleiðarin
• Fyrsta hjálp og fótbóltsskaðar
• Etikkur og virðisgrundarlag
Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100 prosent. Byrjað verður fríggjadag kl. 18 og skeiðið endar sunnudag kl. 17.
Upptøkutreytir:
Luttakarin skal vera 15 ár ella eldri.
Luttøkugjald:
Kostnaðurin fyri skeiðið er 1.000 krónur. Íroknað kostnaðin er frálærutilfar og kostarhald.
Tó er B1-venjaraskeiðið ókeypis fyri kvinnur.
Tilmelding:
Áhugaði kunnu útfylla tilmeldingarskjalið niðanfyri og senda tað til [email protected].
Kvittan fyri goldið luttøkugjald eigur at fylgja við.
Tilmeldingarfreistin er mánadagin 7. januar 2015.
Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Petur Simonsen, [email protected] ella á tel. 29 19 77.