Um nóg nógv tekna seg verður skipað fyri trimum B1-venjaraskeiðum í januar 2014. Skeiðini verða í Havn, í Leirvík og í Trongisvági á Tvøroyri

Fyrsta skeiðið verður í Gundadali í Havn 17. – 19. januar, annað skeiðið verður eftir ætlan í Leirvík 24. – 26. januar, meðan triðja B1-venjaraskeiðið verður í Trongisvági á Tvøroyri vikuskiftið 31. januar til 2. februar 2014.

Venjaraskeiðini eru treytað av nóg góðari undirtøku, og er tørvur á fleiri skeiðum, vegna góða undirtøku, er møguleiki fyri tí.

Endamál/innihald:
B1-venjaraskeiðið er byrjunarskeið hjá teimum, ið ætla at útbúgva seg á venjaraøkinum.

B1 er eisini ætlað foreldrum og leiðarum, sum á ymiskan hátt ynskja at hjálpa til í felagnum, við eitt nú venjing av yngri børnum.

Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum.

Tey, sum hava tikið B1-venjaraskeið, hava rætt til at luttaka á B2-skeiðnum, sum verður vikuskiftini 14. – 16. og 21. – 23. februar 2014.

Evni, sum verða viðgjørd á B1-skeiðnum, eru m.a.:
• Fótbóltur, foreldur og felag
• Leikarin/barnið
• Venjing og dystur
• Venjarin/ungdómsleiðarin
• Fyrsta hjálp og fótbóltsskaðar
• Eitikkur og virðisgrundarlag

Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100 prosent. Byrjað verður fríggjadag kl. 18 og skeiðið endar sunnudag kl. 17.

Upptøkutreytir:
Luttakarin skal vera 15 ár ella eldri.

Luttøkugjald:
Kostnaðurin fyri skeiðið er 1.000 krónur. Íroknað kostnaðin er frálærutilfar og kostarhald.

Tó er B1-venjaraskeiðið ókeypis fyri kvinnur.

Tilmelding:
Áhugaði kunnu útfylla tilmeldingarskjalið niðanfyri og senda tað til [email protected].

Kvittan fyri goldið luttøkugjald eigur at fylgja við.

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 13. januar 2014.

Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Petur Simonsen, [email protected] ella á tel. 29 19 77.

Tilmeldingarskjal (Word)

Tilmeldingarskjal (pdf)