Eftir fýra umfør er sera trongligt í toppinum í Effodeildini. B36 og ÍF vunnu sínar dystir í 4. umfari, samstundis sum HB og Víkingur spældu javnleik
B68 – NSÍ 3-2 (1-2)
Toftamenn eru umsíðir komnir á stigatalvuna, eftir at B68 í dag vann 3-2 á grannunum úr NSÍ.
Tað var annars NSÍ ið kom betri frá byrjan, og tá góður hálvur tími var spældur, var støðan 2-0 til runavíkingar. Í báðum føri var Klæmint A. Olsen málskjútti hjá NSÍ.
Men beint fyri steðgin minkaði Ndende Adama til 2-1, og í seinna hálvleiki stýrdi B68 dystinum.
10 minuttir eftir hvíldina javnaði Jann Ingi Petersen við brotssparki, og í 77. minutti kom B68 á odda. Jústinus R. Hansen smekkaði til uttanfyri brotsteigin, og við einum góðum skoti legði fyrrverandi NSÍ-leikarin B68 á sigurskós.
Í Seinastu løtu var tó nær við, at toftamenn mistu alt á gólvið. Árni Frederiksberg fór um koll inni í brotsteiginum, og Petur Reinert dømdi brotsspark. Sjúrður Jacobsen varð settur at skjóta, men B68-málverjin, Hans Jørgensen, hevði lúrt Sjúrð av, og bjargaði.
Lítla løtu seinni varð dysturin bríkslaður av, og B68 hevur fingið síni fyrstu stig í hesum kappingarárinum.
HB – Víkingur 1-1 (0-1)
Toppdysturin hetta umfari varð spældur í Gundadali, har Víkingur vitjaði HB. Talan gjørdist um ein javnan dyst, sum eisini endaði við javnleiki. Úrslitið gjørdist 1-1, eftir at HB var á odda í steðginum.
Christian R. Mouritsen legði HB á odda við brotssparki, tá hálvur tími var spældur. Málið hjá Víkingi gjørdi Kaj Leo í Bartalstovu.
TB – B36 1-4 (0-1)
Meðan bíðað verður eftir endaligu loyvunum frá FSF, um at brúka nýggja vøllin í Trongisvági, spælir TB sínar heimadystir í Vági.
Tvøramenn høvdu í dag vitjan av B36, sum vann sannførandi 4-1.
Beint fyri steðgin legði Lukasz Cieslewicz teir hvítu á odda við brotssparki, og beint eftir steðgin økti Súni Olsen til 2-0.
Tá góður tími var spældur, minkaði Bojan Timic við brotssparki, men nærri komu tvøramenn ikki. Bara tríggjar minuttir seinni var Lukasz Cieslewicz aftur upp á spæl, og tá 78 minuttir vóru spældir, slerdi innskifti Jákup á Borg 4-1 sigurin fastan.
ÍF – KÍ 2-0 (2-0)
Fuglfirðingar fylgja eisini væl við í oddinum í Effodeildini, sum í dag vann á KÍ. Úrslitið gjørdist 2-0 til ÍF, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Frank Poulsen og Jan Ellingsgaard stóðu fyri málunum hjá ÍF, sum eftir fýra umfør hevur fingið 10 stig.
EB/Streymur – FC Suðuroy 3-0 (1-0)
Við Margáir í Streymnesi hevði EB/Streymur vitjan av FC Suðuroy, og við einum tryggum 3-0 sigri, fekk felagsliðið úr sundalagnum sín fyrsta sigur í ár.
Egil á Bø legði longu í 7. minutti heimaliðið á odda. EB/Streymur var munandi betra liðið, og sat eisini á meginpartin av spælinum allan dystin. Men ikki fyrr enn níggju minuttir vóru eftir at spæla fekk heimaliðið aftur mál, og í seinasta minutti varð dysturin veruliga avgjørdur, til endaliga úrslitið 3-0 til EB/Streym. Sorin Anghel skoraði til 2-0, meðan Hans Pauli Samuelsen stóð fyri triðja málinum hjá sundalagsmonnum.