Í FSF Varpinum hesaferð meta Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen um 6. umfar í Effodeildini, ið byrjar fríggjadagin
Fimm sera spennandi dystir í fremstu deildini hjá monnum eru á skránni komandi vikuskifti, og longu fríggjadagin kl. 18:00 verður lagt fyri á Argjum, har AB fær vitjan av NSÍ.
Hinir fýra dystirnir í Effodeildini verða spældir sunnudagin kl. 15:00.
Í innslagnum niðanfyri meta Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen um 6. umfar í Effodeildini, og eisini verða málini frá 5. umfar víst.