A-landsliðið við monnum skal komandi dagarnar spæla fyrstu dystirnar í undankappingini til HM 2022. Hósdagin í Moldova, sunnudagin í Eysturríki, og mikudagin í næstu viku í Skotlandi
——————
Fyrireikingarnar hjá A-landsliðnum við monnum til fyrstu dystirnar í undankappingini til HM, sum verður í Katar í 2022, eru av álvara farnar í gongd.
Håkan Ericson og hansara menn høvdu fyrstu venjingina seinnapartin mánadagin. Síðan verður vant aftur á Tórsvølli á middegi týsdagin, áðrenn føroyska ferðalagið tíðliga mikumorgunin setir kós ímóti Chisinau í Moldova.
Landsliðsvenjarin hevur úttikið 25 spælarar til teir tríggjar dystirnar, ið Føroyar skulu spæla í hesum umfarinum. Og sum heild eru allir væl fyri, og klárir til uppgávurnar, nú tríggir týðandi landsdystir skulu spælast í 7 dagar.
Hósdagin 25. mars spæla Moldova og Føroyar á Cymbru stadion í moldoviska høvuðsstaðnum, Chisinau. Sunnudagin verður spælt á Ernst-Happel stadion í Wien í Eysturríki, og síðan taka skotar ímóti á Hampden Park í Glasgow mikudagin 31. mars. Allir dystirnar byrja klokkan 19:45, føroyska tíð.
Myndir: Hans Erik Danielsen