Lars Olsen hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Norðurírlandi. Tríggjar broytingar eru á liðnum síðani dystin ímóti finnum
Í kvøld klokkan 19:45 skal føroyska A-landsliðið við monnum í eldin aftur, tá Norðurírland tekur ímóti á Windsor Park í Belfast.
Føroyski hópurin kom til norðurírska høvuðsstaðin týskvøldið, og síðani hevur liðið fyrireika seg til stóru uppgávuna, ið hesaferð stendur fyri framman.
Landsliðsvenjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava avgjørt at gera tríggjar broytingar á liðnum síðani dystin ímóti finnum. Pól Jóhannus Justinussen, Atli Gregersen og Jóan Símun Edmundsson eru millum fyrstu ellivu, ið hesaferð fáa møguleikan frá byrjan.
Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Jónas Tór Næs, Sonni Ragnar Nattestad, Atli Gregersen og Viljormur Davidsen.
Føroyska miðvøllin manna Pól Jóhannus Justinussen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Christian Lamhauge Holst og Jóan Símun Edmundsson. Í álopinum verður Páll Klettskarð.
EM-undankappingardysturin ímillum Norðurírland og Føroyar verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Sendingin byrjar kl. 19:30.