STEYPAFINALURNAR 2017: Farna vikuskiftið vórðu steypafinalurnar hjá gentum og kvinnum spældar. B68 vann Mótasteypið, 07 Vestur fór avstað við Eilif Arge steypinum, meðan EBS/Skála vann steypakappingina hjá kvinnum

Fríggjakvøldið og leygardagin vórðu steypafinalurnar hjá gentum og kvinnum spældar á Tórsvølli. Í kappingini um Mótasteypið (Gentur U17) møttust B68 og EB/Streymur, í kappingini um Eilif Arge steypið (Gentur U14) spældu 07 Vestur og AB/B71, meðan finalistarnir í steypakappingini hjá kvinnum vóru HB og EBS/Skála.

 

Toftagentur fóru avstað við Mótasteypinum. Longd leiktíð mátti til, áðrenn vinnarin millum B68 og EB/Streym var funnin, men tá avtornaði vann B68 3-1. Rúna Olsen skoraði tvey mál fyri B68, meðan Eydna Maria Højgaard gjørdi eitt. Málið hjá sundalagsgentum skoraði Eyðbjørg Ellingsgaard.

 

Myndir frá finaluni um Mótasteypið

 

Í finaluni um Eilif Arge steypið gjørdist eisini talan um ein tættan dyst, sum kundi fari báðar vegir. Men tveir minuttir fyri leiklok avgjørdi Sissal Haraldsen dystin til fyrimun fyri 07 Vestur, sum vann 2-1. Fyrra málið hjá 07 Vestur skoraði Hanna Ole-Jacobsen, meðan Bára Heinesen gjørdi einsamalla málið fyri felagsliðið AB/B71.

 

Myndir frá finaluni um Eilif Arge Steypið

 

Í steypafinaluni hjá kvinnum vann EBS/Skála 3-2 á HB. Ansy Sevdal og Birna T. Mikkelsen, sum skoraði tvey, gjørdu málini fyri felagsliðið. Málskjúttar hjá HB vóru Lea Hansen og Milja Reinert Simonsen.

 

Komandi hósdag klokkan 19:00 fer kvinnulandsliðið undir undankappingini til HM 2019. Fyrsti dystur hjá føroyska liðnum verður á heimavølli ímóti Kekkia.