Í kvøld verður drigið lut um, hvussu spælast skal í steypakappingunum hjá teimum vaksnu fyrstu umførini
Í sjónvarpssendingini 3-2 í kvøld verður drigið lut um, hvussu spælast skal í innleiðandi umførunum í steypakappingunum hjá kvinnum og monnum.

Tað verður Jógvan Páll Joensen, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya, sum kemur at standa fyri lutakastinum í sjónvarpsstovuni. Drigið verður um, hvussu spælast skal í undanumfarinum og í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, og um hvussu spælast skal í 1. umfari í steypakappingini hjá kvinnum.