U15-landsliðið: Eftir fyrstu tvey umførini í Brøndby Cup hevur føroyska U15-landsliðið vunnið sær fýra av seks møguligum stigum
Føroyar U15 – FC Nordsjælland 1-1 (1-1)
Fríggjadagin fór føroyska U15-landsliðið við dreingjum til Danmarkar, har liðið næstu vikuna luttekur í Brøndby Cup 2012.
Føroyska liðið er komið í bólk saman við FC Nordsjælland, FC Midtjylland og SønderjyskE.
Sunnudagin varð fyrsti dystur spældur, tá okkara dreingir royndu seg ímóti FC Nordsjælland. Danska liðið legði fyri sum eitt ódnarveður, og tá fýra minuttir vóru spældir var støðan 1-0 til FC Nordsjælland.
Men sum fráleið komu okkara meir við í dystin, og tá 28 minuttir vóru spældir javnaði Jóhan Waag Høgnesen til 1-1.
Í seinna hálvleiki trýsti FC Nordsjælland fyri at fáa sigursmálið, men nærri einum skoti á tvørtræið komu danir ikki.
Teir fyrstu 11 ímóti FC Nordsjælland
Føroyar U15 – SønderjyskE 1-0 (1-0)
Tummas M. Jacobsen og Eyðstein Zachariassen høvdu akkurát gjørt seg klárar at fara á vøllin, tá ið dysturin bleiv steðgaður. Tá vóru sjey minuttir spældir av seinna hálvleiki. Ógvusligt regn og torusláttur vóru orsøkin til steðgin. Fyrst bleiv sagt, at dysturin bleiv tikin uppaftur 20 minuttir seinni, men áhaldandi regn og tora noyddu fyrireikararnar at avlýsa alt fótbóltsspæl restina av degnum.
Tá ið dómarin blásti seinastu ferð, vóru okkara dreingir á odda 1-0. Petur Knudsen legði horna væl innfyri úr høgru, og eftir eitt sindur av trunkaspæli heilt inni í málteiginum, endaða bólturin hjá Jákup L. Thomsen. Og við einum góðum vinstrabeinsfluktara langaði Jákup bóltin upp í nærmasta horn.
Ódnarveðrið gjørdi, at allir dystir vórðu avlýstir, og verandi úrslit í leiktu dystum verður standandi. Tað merkir, at føroyska liðið hevur fingið 4 stig eftir fyrstu tvey umførini í Brøndby Cup 2012.
Seinasti dystur í innleiðandi bólkaspælinum verður spældur týsdagin kl. 17:20, ímóti FC Midtjylland.
Teir fyrstu 11 ímóti SønderjyskE
Føroyska U15-landsliðið avmyndað saman við Rene S. Joensen, Brøndby IF, og Brandur Olsen, FC København