Í harðari kapping við Olaf Bárðarson og Mads Boe Mikkelsen gjørdist tað Páll Andrasson Klettskarð, ið fór avstað við heiðurinum sum besti spælari í apríl mánað

——————

Tað gjørdist toppskjúttin eftir átta umfør í Betri Deildini hjá monnum, Páll Andrasson Klettskarð úr KÍ, ið streyk avstað við heiðurinum, sum besti spælari í apríl mánað 2022.

Av tíggju møguligum atkvøðum, fekk vandamikli framherjin hjá klaksvíkingum átta. Nummar 2 í atkvøðugreiðsluni gjørdist Olaf Bárðarson úr Víkingi, meðan liðfelagin hjá Páll, Mads Boe Mikkelsen bleiv nummar 3.

– Hetta var ein deiligur heiður at fáa. Tað hevur eisini gingið væl higartil í ár, ikki bara hjá mær persónliga, men eisini hjá liðnum, og hesum ætla vit okkum sjálvandi at halda fram við, sigur Páll Andrasson Klettskarð við heimasíðuna hjá FSF.

Fyri heiðurin fekk Páll handað eitt gávubræv upp á 1.500 krónur frá EFFO, umframt eina glasstandmynd, ið er latin av Betri. Jákup Mikkelsen, vanliga nevndur Bigge – sum frá 1974 til 1986 spældi 105 dystir fyri fremsta lið hjá KÍ, og skoraði 40 mál – stóð fyri handanini.

Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og onnur, ið velja besta spælaran hvønn mánað. Besti spælari hjá kvinnum í apríl gjørdist Hervør Olsen, ið – eins og Páll – hevur sína dagligu gongd við Djúpumýru í Klaksvík. Besti spælari hjá monnum í mars mánað bleiv Stefan Radosavljevic úr HB.

Myndir: Bjarni Enghamar