Spania, Eysturríki og Kosovo vóru ov sterk fyri føroyska U19-landsliðið við dreingjum, sum tapti allar tríggjar dystirnar í EM-undankappingini
– Vit vistu framman undan, at hetta fór at vera torført, men vit høvdu tó alla tíðina trúnna upp á, at vit kundu gera okkurt… Nú aftan á mugu vit so bara staðfesta, at mótstøðan var ov sterk.
Tað sigur Øssur Hansen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping, sum hevur verið í Pristina í Kosovo.
Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 3-0 fyri Spania, síðani 4-0 ímóti Eysturríki, og í síðsta dystinum taptu Føroyar 2-0 fyri Kosovo.
Kappingin í bólkinum var annars ógvuliga jøvn millum Eysturríki, Spania og Kosovo, sum øll endaðu við seks stigum í part. Men av tí at eysturríkar og spaniumenn høvdu betri málmun enn vertirnir, verða tað Eysturríki og Spania, ið fara víðari til annað umfar.