Tilsamans 12 mál vórðu skotin í fyrsta umfari í Effodeildini, sum varð sparkað í gongd leygardagin
Í gjár løgdu B36 og FC Suðuroy fyri í ársins Effodeild, meðan hinir fýra dystirnir vórðu spældir í dag. Og við sigrum á ávikavist B68 og TB, hava HB og Víkingur fingið eina góða byrjan upp á kappingina. Eisini ÍF og B36 vunnu í 1. umfari.
Greiður sigur til HB
Við stórsigri á B68, hevur HB fingið eina flúgvandi byrjan upp á Effodeildini. Eisini Víkingur, ÍF og B36 løgdu frá landi við sigri, meðan EB/Streymur og KÍ spældu javnleik. Besta deildin hjá monnum er nú veruliga komin í gongd.
Í Gundadali tók HB ímóti B68, og endin gjørdist ein knúsandi 4-0 sigur til HB. Í steðginum stóð á jøvnum 0-0, men í seinna hálvleiki setti HB alt upp á pláss. Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Andrew av Fløtum og Símun Samuelsen skoraðu málini fyri teir reyð-svørtu.
Sikbsted avgjørdi í yvirtíðini
NSÍ, sum av mongum verður mett sum ein av niðurflytarunum, var í dag á vitjan í Fuglafirði. Men halda runavíkingar fram við góða hugburðinum, ið teir vístu í dag, kemur NSÍ neyvan í niðurflytingarvanda.
Talan var um ein javnan dyst, sum kundi fari báðar vegir. Men í seinasta minutti avgjørdi Simon Skibsted dystin, til fyrimuns fyri ÍF.
Tað var annars NSÍ ið legði seg á odda tá 73 minuttir vóru spældir. Men lítla løtu seinni javnaði Bartal Eliasen, og í yvirtíðini tryggjaði danin Simon Skibsted, fuglfirðingum sigurin.
TB heimavøll í Vági
Í Vági tók TB ímóti Víkingi. Orsøkin til at dysturin varð spældur á Vágseiði er hon, at meðan tvøramenn bíða eftir nýggja vøllinum í Trongisvági, fer TB at spæla sínar heimadystir í Vági.
Eftir málleysan fyrra hálvleik, fingu gestirnir tvey mál eftir steðgin, og vunnu sostatt 2-0.
Atli Gregersen legði felagsliðið úr Gøtu og Leirvík á odda við brotssparki, og tá gott kortar var eftir at spæla, skoraði Bárður J. Hansen til 2-0 fyri Víking.
Javnleikur við Margáir
Fimti dystur í 1. umfari av Effodeildini varð spældu við Margáir, har EB/Streymur hevði vitjan av KÍ. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1.
Beint fyri steðgin legði Arnbjørn Hansen vertirnir á odda, men tá seinni hálvleikur var hálvrunni, javnaði Andy Olsen fyri klaksvíkingar.
Byrja fríggjadagin
Komandi umfar í Effodeildini, sum er 2. umfar, verður spælt fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin.
Dysturin millum Víking og EB/Streym, sum eftir leikskránni skuldi verði spældur sunnudagin 1. apríl, er framskundaður til fríggjadagin 30. mars.
Leygardagin 31. mars spæla B68 og ÍF á Svangaskarði.
Sunnudagin 1. apríl verða tríggir dystir spældir. Í Vági tekur FC Suðuroy ímóti HB, og í Klaksvík møtast KÍ og B36. Fimti dystur í 2. umfari verður í Runavík, har NSÍ fær vitjan av TB.