Enn eru nøkur pláss eftir á fótbóltsskúlunum í Havn og á Toftum, og tí er tilmeldingarfreistin flutt til mánadagin 20. juni
Undirtøkan fyri árligu fótbóltsskúlunum hjá FSF hevur higartil verið góð. Men kortini er pláss fyri nøkrum afturat, og tí er avgjørt, at tilmeldingarfreistin verður flutt til mánadagin 20. juni.
Í ár verða fótbóltsskúlarnir fyriskipaður í samstarvi við HB og B68. Fótbóltsskúlin í Havn verður í Gundadali 24. og 25. juni, meðan fótbóltsskúlin á Toftum verður á Svangaskarði 1. og 2. juli.
Tilmelding: Fótbóltsskúlin 2016