Føroyar taptu stórt móti vertunum í triðja dystinum í UEFA menningarkapping í Norðurírlandi. Landsliðsvenjarin, Thomas Thinggaard, harmast um 8-2 tapið

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti stórt fyri Norðurírlandi í triðja og seinasta dystinum í UEFA menningarkappingini, sum seinastu dagarnar hevur verið í Norðurírlandi. Úrslitið varð 8-2 eftir hálvleiksstøðuna 5-1.

Føroyar fingu annars mál longu í 6. minutti, tá tað eydnaðist Gulaki Jacobsen at javnað til 1-1, eftir at norðurírar høvdu lagt seg á odda mestsum beinanvegin. Tíverri megnaðu føroysku dreingirnir ikki at halda tætt, og Norðurírland skoraði fýra ferðir afturat undan steðginum.

Í seinna hálvleiki økti heimaliðið tríggjar ferðir, áðrenn Føroyar minkaði um munin við sjálvmáli, tá seks minuttir vóru eftir at spæla.

 
Thomas Thinggaard, landsliðsvenjari, harmast um tapið.

 – Eg havi sjáldan sæð so nógvar skeivar avgerðir verða tiknar í einum fótbóltsdysti. Hetta kom av, at vit vóru ov fjáltursstungnir og óttaðust at spæla, og tað er mín ábyrgd. Tað eydnaðist mær ikki at búgva spælararnar til, soleiðis at teir kundu spæla uttan nervar.

 – Tá tað er sagt, var norðurírska liðið væl betri enn Luksemborg og Kosovo, sigur U17-landsliðsvenjarin við heimasíðuna hjá FSF.

UEFA menningarkappingin í Norðurírlandi er nú liðug, og Føroyar tapti allar tríggjar dystirnar. Mikudagin varð talan um tepran 1-0 ósigur fyri Luksemborg í einum dysti, har føroyski venjarin helt, at okkara høvdu uppiborið meira.

Fríggjadagin tapti Føroyar 4-0 móti Kosovo.

Í summar skal U17-landsliðið taka lut í NM, sum verður spælt á heimavølli. Kappingin verður spæld dagarnar 4. til 11. august. Luttakandi londini vera Føroyar, Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki og Finnland, meðan Kina og Norðurírland vera við sum gestaluttakarar.