Venjingardysturin millum Thailand og Føroyar á Suchalasai Stadium í Bangkok er framskundaður ein tíma, og byrjar kl. 18:00 lokala tíð
Upprunaliga varð avtalað, at landsdysturin millum Thailand og Føroyar á Suchalasai Stadium í Bangkok hósdagin 21. februar, skuldi setast í gongd kl. 19:00 lokala tíð. 

Men í gjár boðaði thailendska fótbóltssambandið frá, at dysturin er framskundaður ein tíma, og byrjar ístaðin kl. 18:00 lokala tíð, sum er kl. 11:00 í Føroyum. 

Landsliðið hevði sína seinastu venjing í morgun, og aftaná døgurða hava leikararnir tikið sær av løttum.

Einasta ivamál í føroyska hópinum er Odmar Færø, meðan allir hinir eru væl fyri til dystin í annaðkvøld móti Thailandi.

Ókeypis atgongd er til dystin millum Thailand og Føroyar, sum also byrjar kl. 18:00 lokala tíð á Sachalasai Stadium í Bangkok.