Seinni í hesum mánaðinum verður ársins fótbóltsleikari í Europa valdur. Millum teirra, sum skulu greiða atkvøðu, er ein av serfrøðingunum á FSF-heimasíðuni
Seinast í hesum mánaðinum verður endaliga avgjørt, hvør fer avstað við heitinum Ársins Fótbóltsleikari í Europa 2012. Teri tríggir, ið eru endaliga innstillaðir, eru Lionel Messi (FC Barcelona), Andrés Iniesta (FC Barcelona) og Cristiano Ronaldo (Real Madrid).
Tað eru europeiskir ítróttarskrivarar, ein úr hvørjum UEFA-limalandi, ið skulu greiða atkvøðu, og fyri Føroyar verður tað Terji Nielsen frá Dimmalætting, og ein av serfrøðingunum á heimasíðuni hjá FSF, sum verður við til at avgera hvør fer avstað við heiðrinum.
Tiltakið fer fram í samband við Super Cup finaluna, sum verður spæld millum Champions League og Europa League vinnararnar frá seinasta kappingarári, Chelsea og Atletico Madrid.
Finalan verður spæld á Louis II Leikvøllinum í Monaco, og dagin fyri sjálva finaluna, verða Messi, Iniesta og Ronaldo hjástaddir, tá Terji og hinir ítróttarskrivararnir skulu avgreiða seinastu atkvøðuna.
Iniesta, Ronaldo, Kompany, Messi og Pirlo
Í fyrstu atløgu valdu ítróttarskrivararnir fimm leikarar, har tann besti fekk fimm stig, næsti fýra stig, triðji trý stig, fjórði tvey stig og fimti eitt stig. Tá avtornaði vóru 32 leikarar í umbúna at gerast ársins leikari í europeiskum fótbólti 2012.
Teir fimm, ið Terji Nielsen valdi, vóru (í tilvildarligari raðfylgju) Andrés Iniesta (FC Barcelona), Cristiano Ronaldo (Real Madrid), Wincent Kompany (Manchester City), Lionel Messi (FC Barcelona) og Andrea Pirlo (AC Milan).
Í fjør var Terji Nielsen eisini við til at velja ársins leikara, og tá fall valið á Messi, sum eisini vann heiðurin Árins fótbóltsleikari í Europa 2011.