Hóast fleiri góðar málmøguleikar til føroyska liðið, vóru tað íslendingar, ið skoraðu og fóru avstað við sigrinum

U17-landsliðið við dreingjum, sum í hesum døgum luttekur í eini UEFA-kapping í Wales, tapti fyrsta dystin í kappignini, sum var ímóti Íslandi. 

Ferðin til Wales, umvegis Keypmannahavn og London, gekk annars væl, og í gjár vandi føroyska liðið tvær, áðrenn dystin ímóti íslendingum.

Føroyar – Ísland 0-2 (0-2)
Fyrstu løtuna leikaði javnt á, har føroyska leikararnir beinanvegin royndu at leggja eitt høgt trýst, sum eisini tóktist at nerva íslendingar nakað, og tá fimm minuttir vóru spældir vóru boð eftir íslendska málverjanum.

Meinhard Olsen kom at standa væl fyri, men málverjin hjá grannunum fyri norðan bjargaði meistaraliga.

Lítla løtu seinni vóru tað so íslendingar, ið fingu møguleikan, men Hjalti Strømsten í føroyska málinum bjargaði væl.

Tá hálvur tími var spældur bragdaði hjá Íslandi, tá teir sendu fríspark beinleiðis í netið, og beint fyri hvíldina øktu íslendingar til 2-0, sum var støðan í steðginum, hóast gott føroyskt spæl allan fyrra hálvleik.

Seinni hálvleikur var líkur fyrr, og hóast venjararnir, Áki Johansen og Pól F. Joensen gjørdu seks skiftingar á liðnum, so hildu føroysku leikararnar fram við ágangandi spælinum.

Størsta málmøguleikan í seinna hálvleiki fekk Ari Krosslá Poulsen. Men skotið fór beint framvið, eftir at vágbingurin hevði runnið seg leysan frá íslendsku verjuni.

Einki mál kom eftir steðgin, og soleiðis noyddust okkara dreingir at taka til takkar við einum teprum tapi fyri Íslandi, hóast møguleikar vóru til meira.

– Ein javnur dystur, sum kundi fari báðar vegir, har vit skapa eins nógvar møguleikar, sum Ísland og samanumtikið hava vit bóltin eitt sindur meir teir. Vit tóku tíverri ikki av teimum stóru málmøguleikunum, vit fáa og tað er spell, tá vit verða so hart revsaðir fyri teir lítlu feilirnar, sum við gera. Sum heild eri eg tó sera væl nøgdur við tað høga trýsti vit megna at leggja á Ísland, og at vit klára tað allan dystin á tamb. Eitt annað gleðiligt tekin er, at vit fáa skift heili seks leikarar inn, uttan at liðið viknar í seinna hálvleiki, og tað ber boð um, at breiddin á liðnum er góð, segði Áki Johansen, annar av U17-landsliðsvenjarunum eftir dystin

Næsti dystur hjá føroyska liðnum verður fríggjadagin kl. 17:00, tá Wales tekur ímóti.

Føroyska liðið ímóti Íslandi:
Hjalti Strømsten, Jóhan Waag Høgnesen, Bartal Wardum (Petur Knudsen, 64. min.), Høgni E. Nielsen, Hilmar Leon Jakobsen (Mikkjal á Bergi, 41. min.), Jan á Høgaryggi (Jann Benjaminsen, 70. min.), Rói Olsen, Betuel Hansen, Meinhard Olsen (Óla Kristian Jacobsen, 71. min.), Levi Jøkladal (Teir Jacobsen, 41. min.) og Jákup Ludvig Thomsen (Ari Krosslá Poulsen, 41. min.)

Óbrúktir leikarar:
Símun Jóhan Wolles