Tað gjørdist til eitt tepurt 2-1 tap í venjingardystinum móti Litava. Føroyska málið gjørdi Gunnar Vatnhamar stutt fyri leiklok
——————
– Vit reistu okkum í seinna hálvleiki, men tað rakk tíverri ikki til meir enn eitt 2-1 tap. Hetta var annars ein góður venjingardystur fyri okkum at fáa, segði føroyski landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson millum annað á tíðindafundinum eftir venjingardystin móti Litava.
Í fyrra hálvleiki sat heimaliðið á tí mesta, og fult í tráð við leikgongdina vóru litavar á odda í steðginum. Men okkara menn góvu ongantíð skarvin yvir, og sum seinni hálvleikur leið kom føroyska liðið meir við, og var sum heild spælstýrandi tað mesta av seinna hálvleiki.
Tað var tó ikki fyrr enn ein minuttur var spældur út yvir vanligu leiktíðina, at tað bragdaði. Brandur Olsen sendi bóltin væl inn fyri úr vinstru, har Hilmar Leon Jakobsen fyrst saksasparkaði bóltin á yvirleggjaran, áðrenn Gunnar Vatnhamar førkaði bóltin seinastu sentimetrarnar inn um mállinjuna.
Seinasta minuttin hendi ikki tað stóra, og endin gjørdist, at litavar vunnu 2-1.
Leygardagin 14. november skal føroyska liðið á vøllin aftur, tá Lettland tekur ímóti í UEFA Nations League. Dysturin millum Lettland og Føroyar byrjar klokkan 19:00 lokala tíð. Tað er klokkan 17:00 føroyska tíð.
Myndir: Hans Erik Danielsen