Føroyska A-landsliðið við monnum setti punktum fyri 2021 við einum teprum 3-2 tapi á útivølli móti Ísrael. Málskjúttarnir vóru Sølvi Vatnhamar og Klæmint Andrasson Olsen

——————

HM-undankappingin 2022 hjá føroyska A-landsliðnum við monnum er liðug, og úrtøkan gjørdist 4 stig, og ein málmun upp á 7-23.

Seinasti dysturin var á útivølli móti Ísrael, og úrslitið gjørdist 3-2 til ísraelar, sum vóru á odda 1-0 í steðginum. Ísrael kom eisini á odda við tveimum, men so kom føroyska liðið og Klæmint Andrasson Olsen í gongd, og eftir lítlari løtu stóð á jøvnum 2-2.

Sølvi Vatnhamar minkaði um munin, eftir upplegg frá Klæminti, og tíggju minuttir seinni javnaði metmaðurin í føroyskum fótbólti, tá rituvíkingur kom flúgvandi inn í brotsteigin, og við einum hørðum stútari setti hann bóltin í netið.

Klæmint Andrasson Olsen hevur nú skorað 10 mál fyri A-landsliðið, sum er ájavnt metinum hjá Rógva Jacobsen.

Men gleðin var stokkut, tí bara líta løtu seinni vóru ísraelar aftur framvið, og løgdu seg eisini á odda 3-2. Føroyska liðið royndi at leggja trýst á, fyri aftur at koma upp á javnleik, men veruliga vandamikið gjørdist tað tíverri ongantíð, og tí blivu øll trý stigini verandi í Ísrael.

Samstundis sum føroyingar kýttu seg á Nethanya Stadion, vunnu skotar 2-0 á heimavølli móti Danmark, og í Eysturríki vunnu eysturríkarar 4-1 á Moldova.

Danir vunnu bólkin við 27 stigum, og fara beinleiðis víðari til HM-endaspælið, sum verður í Katar komandi ár. Skotland bleiv nummar 2 í bólkinum, og skal spæla Play-off móti einum øðrum 2’ara í samlaðu undankappingini. Skotar hava tí framvegis møguleikan at koma til HM 2022.

Ísrael og Eysturríki fingu 16 stig í part, meðan Føroyar fingu 4 stig, og Moldova endaði aftast við einum stigi.

Næst á skránni hjá A-landsliðnum við monnum verður UEFA Nations League komandi ár. Hvørjum Føroyar skulu møta verður avgreitt við lutakasti tann 16. desember.

Myndir: Hans Erik Danielsen