Ta einu løtuna lúrdi sensatiónin á Tórsvølli, men við Zlatan Ibrahimovic á odda, vann Svøríki 2-1 ímóti Føroyum
Talan gjørdist um ein sera spennandi og javnan dyst, tá Føroyar og Svøríki í kvøld brustu saman á Tórsvølli. Men sum so mangan, so fór føroyska liðið av vøllinum við ongum. Úrslitið gjørdist 2-1 til sviar, eftir málleysan fyrra hálvleik.
Rógvi Baldvinsson legði annars Føroyar á odda 18 minuttir eftir steðgin. Eftir langt innkast frá Jónas Tór Næs, kom føroyski miðverjin at standa væl fyri, og við einum góðum skoti langaði Rógvi Baldvinsson bóltin í svenska málið.
Men átta minuttir eftir føroyska málið, javnaði Alexander Kacaniklic, og tá eitt korter var eftir at spæla, gjørdi Zlatan Ibrahimovic sigursmálið fyri Svøríki.
Føroyska liðið royndi at trýsta móti endanum, men fleiri mál komu ikki.
Í innslagnum niðanfyri ber til at síggja føroyska málið, sum Rógvi Baldvinsson skoraði í 57. minutti.