Føroyska liðið var væl við allan dystin, men tá avtornaði vann Bosnia-Hersigovina 2-0 í nógva hitanum á Bilino Polje Stadion í Zenica
– Bosniska liðið var betri, og serliga tá tær komu á odda, var tungt at stríða seg inn aftur í dystin. Har afturat var hitin eisini nógvur, og tað darvaði okkara leikarum, sigur Jón Pauli Olsen, venjari hjá kvinnulandsliðnum, sum mikudagin tapti 2-0 á útivølli ímóti Bosnia-Hersigovina.

Eftir málleysan fyrra hálvleik kom Bosnia-Hersigovina á odda beint eftir steðgin, og tá 66 minuttir vóru spældir bleiv støðan 2-0. Føroyska liðið var allatíðina væl við, og í tveimum førum var Heidi Sevdal sentimetrar frá at skora. Í fyrru royndini rakti bólturin stongina, og seinnu ferðina fór skotið frá Heidi Sevdal beint framvið bosniska málinum.

– Tað er altíð keðiligt at tapa, men Bosnia-Hersigovina hevur eitt gott kvinnulandslið, og tær hava millum annað vunnið á Norðurírlandi og spælt javnt ímóti Póllandi. Okkara kvinnur eru eisini vorðnar betri, men skulu vit koma upp á eitt hægri støði, so má fysiska støðan má forbetrast, sigur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari.

Næstu dystir hjá føroyska kvinnulandsliðnum verða 13. og 17. september, tá okkara skulu royna seg á útivølli ímóti Skotlandi og Norðurírlandi.

Føroyska liðið ímóti Bosnia-Hersigovina:
Randi S. Wardum, Sigrun Kristiansen, Malena Josephsen, Liljan av Fløtum Petersen, Oddrún Danielsen, Íðunn Magnussen (81. min. Milja R. Simonsen), Anna Sofía Sevdal, Olga Kristina Hansen (90. min. Lív Arge), Fríðrún Danielsen, Rannvá B. Andreasen (76. min. Eyðvør Klakstein) og Heidi Sevdal.

Óbrúktir leikarar:
Nina Davidsen, Valgerð Andreasen, Arnborg Lervig og Ásla Johannesen.

Venjarar:
Jón Pauli Olsen og Aleksandar Djordjevic