Føroyska A-landsliðið við monnum vann sunnudagin ein tepran, men samstundis tryggan sigur á Andorra. Tá góður hálvur tími var spældur skoraði Klæmint Andrasson Olsen einasta málið í dystinum
——————
Håkan Ericson og Eli Hentze eru komnir væl frá byrjan sum venjarar hjá A-landsliðnum við monnum. Hósdagin vunnu Føroyar 3-2 á Malta, og sunnudagin varð spælt á útivølli móti Andorra. Og aftur hesaferð fór føroyska liðið avstað við øllum stigunum.
Tá góður hálvur tími var spældur setti Klæmint Andrasson Olsen bóltin hegnisliga í málið. Hallur Hansson legði inn fyri úr høgru, og við hælinum fekk Klæmint beint bóltin inn um strikuna.
Hetta skuldi vísa seg at gerast einasta málið í dystinum, og harvið vunnu Føroyar 1-0, og hava nú fult stigatal í bólki D1 í UEFA Nations League kappingini 2020-2022.
Næsta uppgáva hjá føroyska A-landsliðnum er um ein mánað, mikudagin 7. oktober, tá Danmark tekur ímóti í venjingardysti á MCH Arena í Herning. Tríggjar dagar seinni spæla Føroyar og Lettland á Tórsvølli, og tann 13. oktober er heimadysturin móti Andorra á skránni.
Myndir: Hans Erik Danielsen