Í løtuni eru smávegis trupulleikar við heimasíðuni hjá FSF, og millum annað er Leikaralistin óvirkin
Tekniskir trupulleikar við einum servara eru í løtuni orsøkin til, at smávegis trupulleikar eru við heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Hetta hevur millum annað við sær, at Leikaralistin er óvirkin í løtuni, umframt at úrslit og støður hjá yngru deildunum, í 2. deild hjá kvinnum og í 3. deild hjá monnum, ikki verða dagførd fyribils.

Arbeitt verður í løtuni við at loysa trupulleikan, og væntandi gongur ikki alt ov long tíð, til øll úrslit á heimasíðuni hjá FSF aftur verða dagførd.

Vinarliga haldi okkum tilgóðar.

Tó eru feløg, venjarar og onnur framvegis vælkomin at halda fram við at senda okkum úrslit frá omanfyri nevndu deildum, til [email protected].