Lars Olsen hevur allar leikarar tøkar, tá føroyska A-landsliðið mikukvøldið skal royna seg í venjingardysti móti Íslandi
Veðrið í íslendska høvuðsstaðnum hevur ikki verið nakað at reypa av, dagin fyri landsdystin millum Ísland og Føroyar, sum verður á Laugardalsvøllinum mikukvøldið.
Men sjálvt um tað hevur regnað í allan dag, so hava vallarumstøðurnar verið góðar.
Fyrrapartin vandi føroyska liðið á venjingarvøllinum hjá FRAM, og seinnapartin varð vant á tjóðarvøllinum hjá íslendingum, Laugardalsvøllinum.
Íslendingar koma við nærum sterkastu uppstilling til dystin ímóti Føroyum. Fýra leikarar í íslendska hópinum spæla til dagligt í heimligu kappingini, meðan restin eru yrkisleikarar í øðrum londum.
Undir seinastu venjingini var spælt nakað av smáspæli, og onkrar deyðbóltsstøður vórðu eisini vandar. Síðani skuldi dysturin millum teir ungu móti teimum eldru avgerast, eftir at tað í gjár endaði við javnleiki 4-4. Dysturin í dag endaði við 5-4 sigri til teir ungu.