Í Eysturríki er áhugin fyri føroyska fótbóltslandsliðnum stórur, nú fyrireikingarnar til landsdystin komandi fríggjakvøld av álvara eru byrjaðar

Eftir ein langan og drúgvan mánadag við nógvari ferðing, kom føroyska fótbóltslandsliðið á Lindner Hotel í Wien seint mánakvøldið. Á hotellinum, sum liggur mitt í býnum, fingu leikararnir ein góðan døgurðabita, og síðani varð fari beinleiðis til songar.

Fyrireikingarnar til HM-undankappingardystini ímóti Eysturríki, sum verður spældur á Ernst Happel Stadion fríggjakvøldið kl. 19:30 (føroyska tíð), eru nú av álvara byrjaðar, og klokkan 10 í morgun var fyrsta venjingin á skránni.

Í Wien er kalt, eini 3 til 6 hitastig, men eftir upphiting og útstrekking, og síðani eitt sindur av smáspæli, varð spælt av lívsins kreftum – teir eldru ímóti teimum yngru. Og aftur hesaferð fóru teir yngru avstað við sigrinum. Úrslitið gjørdist 3-2 til yngra ættarliðið.

Seinnapartin í dag verður aftur venjing á skránni, meðan mikudagin verður vant einaferð, og hósdagin verður eisini tann eina venjingin á skránni, sum verður á vøllinum, ið spælast skal á frígggjakvøldið.

Sum heild eru allir leikararnir væl fyri, og væntandi verða allir klárir til dystin fríggjakvøldið.

Í Eysturríki er áhugin fyri føroyska fótbóltslandsliðnum stórur, nú føroyingar og eysturríkar enn einaferð skulu spæla landsdyst. Men í Eysturríki vænta tey flestu kortini, at eyðmýkingini, sum eysturríkar upplivdu 12. september í 1990, neyvan verður endurtikin fríggjakvøldið 22. mars 2013.

Myndir