Týskvøldið spælir føroyska landsliðið næstseinasta dystin í hesum árinum, tá Ungarn kemur á vitjan á Tórsvølli
Fyrireikingarnar hjá føroyska A-landsliðnum í sambandi við EM-undankappingardystin ímóti Ungarn, sum verður á Tórsvølli í annaðkvøld (týskvøldið) kl. 19:45 eru í hæddini, og fyrrapartin í dag hevði landsliðið seinastu venjingina undan dystinum.

Hóast tað bara eru tríggir dagar síðani, at føroyska liðið var í einum strævnum dysti, so eru allir leikararnir væl fyri til uppgávuna ímóti Ungarn. Tó varð avgjørt í morgun, at Hans Jørgen Djurhuus ikki verður í hópinum til dystin ímóti ungarum.

– Hans Jørgen hevur trupulleikar og fær ikki vant við í dag. Hann hevur fingið eina virus, sum ávirkar balansuna. Vit vistu av støðuni áðrenn, men hon er blivin verri í nátt og hann hevur einki fingið sovið, segði Lars Olsen við in.fo áðrenn venjingina fyrrapartin.

Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at føroyska A-landsliðið við monnum skal royna seg ímóti Ungarn. Á seinasta strykislistanum hjá FIFA eru ungarar nummar 31.

Seinasta venjingin endaði við dysti millum teir eldru móti teimum ungu, og hesaferð vórðu teir eldru av álvara settir upp á pláss. Ungu mennirnir vunnu 5-1.

Atgongumerki til dystin ímóti Ungarn kunnu keypast í øllum FAST-handlunum kring landið til á middegi týsdagin, tó í FAST í Gundadali til kl. 16:00. Í Suðuroynni steðgar atgongumerkjasølan mánakvøldið kl. 22:00.

Síðani verða atgongumerki seld við inngongdirnar til Tórsvøll ein tíma áðrenn dystarbyrjan. Kostnaðurin er einans 100 krónur.

EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Ungarn verður bríkslaður í gongd kl. 19:45.

Myndir