Føroyska landsliðið hevur havt sína seinastu venjing áðrenn dystin ímóti Týsklandi, og sambært Lars Olsen, verða væntandi smávegis broytingar gjørdar á liðnum í mun til dystin ímóti Kasakstan

Týskvøldið skal føroyska A-landsliðið við monnum undir eina av sínum størstu uppgávum á heimavølli í longri tíð, tá Týskland kemur á vitjan á Tórsvølli.

Týska landsliðið hevur havt eina risa framgongd hesi seinnu árini, og í seinastu dystunum hava týskarar verið eirindarleysir. Fyri fáum døgum síðan vunnu teir sannførandi á Eysturríki, og hava beina kós ímóti HM-endaspælinum, sum verður í Brasil komandi summar.

Fyrireikingarnar hjá føroyska liðnum hava gingið væl, og eftir seinastu venjing áðrenn sjálvan dystin, er einki at ivast í, at føroyingarnir eru til reiðar at geva týskarum ein skarpan gang á Tórsvølli.

Fríggjakvøldið spældu føroysku leikararnir ein strævnan dyst í Kasakstan, umframt at Jónas Tór Næs er leikbannaður, og tí kann væntast, at Lars Olsen, landsliðsvenjari, fer at gera smávegis broytingar á liðnum til dystin ímóti Týsklandi.

Føroyska A-landsliðið hevur verið savnað í meir enn eina viku nú, og sum vanligt er, endaði seinasta venjingin eisini við dysti millum teir eldru ímóti teimum ungu. Og hesaferð var eingin iva. Eldra ættarliðið vann 5-1.