Á middegi í dag kom føroyska landsliðið til Dublin, og longu klokkan fimm seinnapartin var fyrsta venjingin á skránni

Fyrireikingarnar til HM-undankappingardystin hjá føroyska A-landsliðnum ímóti Írlandi á Aviva Stadion í Dublin komandi fríggjadagin, eru av álvara byrjaðar.

Føroyska ferðalagið fór við leiguflogfari úr Vágum týsmorgunin, og tá klokkan nærkaðist middegi, vóru leikarar og leiðarar komnir á Radisson Hotel í Dublin, har hópurin heldur til, í samband við dystin ímóti írum komandi fríggjadag.

Veðrið í írska høvuðsstaðnum er gott, og tá flogfarið hjá Atlantic Airways setti seg í Dublin vóru umleið 25 hitastig.

Klokkan fimm seinnapartin hevði Lars Olsen sína fyrstu venjing við føroyska hópinum, og sum heild eru allir leikarar væl fyri. Tó eru framvegis trupulleikar við stórutá hjá Jónas Tór Næs, og Valur-leikarin luttók tískil ikki í venjingini.

Venjingin endaði við dystin millum teir ungu ímóti teimum eldru, og hesaferð fóru teir eldru avstað við sigrinum. Úrslitið gjørdist 3-2 til Atla Gregersen og hansara menn.

Mikudagin verður ein vening á skránni, og hóskvøldið venur føroyska liðið á sjálvum leikvøllinum, har dysturin verður fríggjakvøldið 7. juni, kl. 19:45, føroyska tíð.

Myndir