Fyrra finaluumfar í kappingini hjá Old Boys +35 varð leygardagin spælt inni í Dal á Sandi. Og sjálvt um teir ikki orka líka væl longur, so duga okkara gomlu fótbóltskempur framvegis at spæla fótbólt

Lagt varð upp til nakrar spennandi dystir inni í Dal á Sandi leygardagin, tá fyrra finaluumfar í kappingini hjá Old Boys +35 var á skránni.

Uni Arge, Jens Martin Knudsen, Trygvi Mortensen, Ingi Rasmussen, Eli Hentze, Olaf Magnussen, Páll á Reynatúgvu, Eyðun Samuelsen og Ari Thomassen eru bara nøkur av legendarisku nøvnunum í føroyskum fótbólti, ið hendan dagin enn einaferð trinu á fótbóltspallin á Sandi.

Umframt at hava spælt nógvar dystir í fremstu deildini, bæði í Føroyum og uttanlands, vóru fleiri av hesum partur av berandi kreftunum á A-landsliðnum fyri árum síðani.

Og sjálvt um orkan ikki er tann sama longur, og ferðin á spælinum ikki er tann sama, so duga teir framvegis at spæla fótbólt. Máltevið hjá Eyðuni Samuelsen og Una Arge er framvegis at fáa eyga á, og Jens Martin Knudsen er framvegis ein tryggur aftasti skansi hjá runavíkingum.

Á vøllinum stríddust allir fyri sigrinum í hvørjum dysti, og har afturat ynsktu sandoyingarnir at markera 45 ára føðingardagin hjá Eli Hentze.

Úrlsitini vórðu hesi:
HB – B68 1-1
B71 – NSÍ 1-3
B68 – NSÍ 0-1
HB – B71 2-0
B68 – B71 4-0
HB – NSÍ 0-0

Støðan:

Nr.

Lið

Mál

Stig

1

NSÍ

4-1

7

2

HB

3-1

5

3

B68

5-2

4

4

B71

1-9

0

Myndir frá kappingini á Sandi kunnu síggjast HER

Seinna finaluumfar hjá Old Boys +35 verður á Svangaskarði á Toftum leygardagin 27. september.