Bill M. Jacobsen og Heðin Askham hava sett nøvn á teir fyrstu ellivu, sum í kvøld byrja á vøllinum ímóti Makedonia
Í kvøld klokkan 19:00 tekur føroyska U21-landsliðið ímóti U21-liðnum hjá Makedonia. Talan er um EM-undankappingardyst til endaspælið sum verður í Ísrael komandi ár. Dysturin ímóti Makedonia verður spældur á Ovara Vølli í Gundadali í Havn.

Bill M. Jacobsen og Heðin Askham, U21-landsliðsvenjarar, hava í hesum sambandi havt 22 leikarar til venjingar seinastu dagarnar. Og nú, fáar tímar undan dystarbyrjan, hava venjararnir sett nøvn á teir fyrstu 11, sum byrja á vøllinum í kvøld.

Kristian Joensen verður í mál, og í verjuni verða Rene S. Joensen, Rógvi Holm, Erling Jacobsen og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum verða Karl Løkin, Hallur Hansson og Róaldur Jakobsen, og framman fyri teir tríggjar verða Gilli Sørensen og Klæmint A. Olsen. Heilt frammi í álopinum verður framherjin úr Viking Stavanger, Jóan Símun Edmundsson.

Seinast hesi bæði lið møttust, var í november mánað í fjør. Ta ferðina vunnu makedonar tepurt, úrslitið gjørdist 1-0 til Makedonia.