Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur sett nøvn á teir fyrstu 11, sum í kvøld byrja á Laugardalsvøllinum ímóti Íslandi
Í kvøld klokkan 20:45 føroyska tíð, skal føroyska A-landsliðið hjá monnum í eldin aftur. Talan er um venjingardyst móti Íslandi, sum eisini fyrireikar seg til HM-undankappingini, ið byrjar um góðar tríggjar vikur. Dysturin í kvøld verður spældur á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.
Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, hava í hesum sambandi havt 19 leikarar til venjingar seinastu dagarnar. Og nú, fáar tímar undan dystarbyrjan, hava venjararnir sett nøvn á teir fyrstu 11, sum byrja á vøllinum í Laugardali í kvøld.
Jákup Mikkelsen verður í mál, og í verjuni verða Jónas Þór Næs, Rógvi Baldvinsson, Odmar Færø og Pól Jóhannus Justinussen. Á miðvøllinum verða Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Christian Lamhauge Holst, meðan álopið manna Daniel Udsen, Jóan Símun Edmundsson og Símun Samuelsen.
Á bonkinum verða Kristian Joensen, Finnur Justinussen, Bogi Løkin, Hjalgrím Elttør, Rene S. Joensen, Gunnar Nielsen, Pætur Dam Jacobsen og Jóhan Troest Davidsen.
Útvarpið hjá Kringvarpi Føroya fer at siga beinleiðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 20:45 føroyska tíð.