Eitt samdøgur undan landsdystinum móti Eysturríki, vandi føroyska liðið á Ernst Happel Leikvøllinum, har dysturin verður spældur fríggjakvøldið
Hóskvøldið fáar minuttir yvir hálvgum nýggju hevði føroyska A-landsliðið seinastu venjingina undan dystinum ímóti Eysturríki, sum verður á Ernst Happel Stadion í Wien, fríggjakvøldið kl. 19:30 (føroyska tíð).
Fyrireikingarnar til HM-undankappingardystin ímóti eysturríkarum hava gingið væl, og leikarar og venjarar eru spentir til dystin, nú Eysturríki og Føroyar enn einaferð standa yvir av hvørjum øðrum í tíðinda dysti.
Í Eysturríki hava fjølmiðlarnir gjørt nógv burtur úr dystinum, og til tíðindafundin, sum Lars Olsen skipaði fyri undan seinastu venjingini, vísti eysturríkska pressan stóran áhuga. Fyri eysturríkar er tað eisini nakað serstakt at spæla ímóti Føroyum, og teir gleða seg eisini til landsdystin fríggjakvøldið.
Á Ernst Happel Stadion er pláss fyri 51.000 áskoðarum, og í Eysturríki vænta tey eini 25.000 áskoðarar til dystin ímóti Føroyum.
Seinasta venjingin endaði við dysti millum teir eldru ímóti teimum ungu, og hesaferð drógu teir gomlu longra stráðið. Spælt varð í tvær ferðir átta minuttir, og úrslitið gjørdist 1-0 til teir eldru. Einsamalla málið skoraði Símun Samuelsen í fyrra hálvleiki.