Føroyska A-landsliðið hevur havt sína seinastu venjing, áðrenn dystin ímóti Grikkalandi, ið fríggjakvøldið verður á heimavøllinum hjá grikska stórfelagnum, Olympiakos F. C.
Niðurteljingin til EM-undankappingardystin millum Grikkaland og Føroyar er av álvara byrjað, og um minni enn eitt samdøgur verður dysturin bríkslaður í gongd á Karaiskakis Leikvøllinum í Athen.

Undan seinastu venjingini, ið var á sjálvum leikvøllinum, har dysturin skal spælast, skipaði føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen fyri tíðindafundi, og sigast má, at griksku fjølmiðlarnir vístu føroyska liðnum stóran áhuga.

Venjingin á Karaiskakis Leikvøllinum endaði við dysti millum teir eldru ímóti teimum ungu, og í seinasta dystinum í ár, eydnaðist eldra ættarliðnum at vinna. Úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til teir ”gomlu”.

Myndir frá tíðindafundinum og venjingini kunnu síggjast HER