Fyrireikingarnar til dystin ímóti Norðurírlandi eru av álvara byrjaðar. Týskvøldið kom føroyska liðið til Belfast, og seinnapartin mikudagin var fyrsta venjingin á skránni í nógva regninum í norðurírska høvuðsstaðnum
– Vit hava góðar vónir, tí norðurírar hava mangan havt tað torført ímóti minnu londunum. Men vit vita eisini, at Norðurírland hevur eitt gott lið og teir skulu helst hava seks stig ímóti Føroyum, fyri at sleppa víðari úr bólkinum, sigur landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, ið higartil hevur spælt 22 A-landsdystir fyri Føroyar.

Týskvøldið setti føroyska landsliðið kós ímóti Belfast í Norðurírlandi. Ferðin til norðurírska høvuðsstaðin gekk væl, og umstøðurnar á Stormont gistingarhúsinum, ið liggur nakað uttanfyri miðbýin í Belfast, eru góðar.

Seinnapartin mikudagin var fyrsta venjingin á skránni, men umstøðurnar hjá føroysku leikarunum vóru torførar. Tað hevur regnað illani í Belfast seinastu dagarnar, og tá føroyska liðið var á venjingarvøllinum mikudagin, regnaði av grimd.

– Her hevur regnað illa, men veðurforsøgnirnar fyri restina av vikuni eru góðar, og vit verða uttan iva klárir at geva norðurírum mótstøðu leygardagin. Eg trúgvi veruliga, at vit hava møguleika fyri einum góðum úrsliti í hesum dystinum, sigur Gunnar Nielsen.

Fyrsta venjingin endaði við vanliga dystinum ímillum teir eldru ímóti teimum ungu. Rutinan vann, úrslitið gjørdist 3-1 til Gunnar Nielsen og hansara liðfelagar.

Myndir