Fyrireikingarnar til komandi HM-undankappingardysti, ið verða ímóti Kasakstan og Eysturríki, eru av álvara farnar í gongd
Seinnapartin mánadagin hevði Lars Olsen, landsliðsvenjari, fyrstu venjingina saman við føroyska A-landsliðnum, í samband við komandi HM-undankappingardystirna, ið standa fyri framman. Fríggjadagin 11. oktober tekur føroyska liðið ímóti Kasakstan, og týsdagin 15. oktober koma eysturríkarar á vitjan á Tórsvølli.
Sum heild eru allir leikararnir væl fyri, og hetta sást eisini aftur í venjingini. Kortini var Christian Lamhauge Holst ikki førur fyri at luttaka í fyrstu venjingini. Holst fekk ein snudd í knæið í dysti fyri Silkeborg um vikuskifti, men skaðin er neyvan so álvarsamur, at føroyski landsliðsleikarin í Silkeborg ikki verður førur at spæla fríggjadagin.
Eisini Christian R. Mouritsen úr HB hevði smávegis trupulleikar, men heldur ikki hjá honum er talan um álvarsaman skaða.
Sum vanligt endaði venjingin við dysti millum teir eldru ímóti teimum ungu, sum endaði við einum teprum 4-3 sigri til eldra ættarliðið.