Broytt ferðaætlan hjá Smyrli hevur við sær, at Kappingarnevndin hjá FSF hevur útsett landskappingardystin millum TB og EB/Streym, sum skuldi verða við Stórá leygardagin klokkan 18:30

——————

Eftir ætlan skuldi stevnudystur millum TB og EB/Streym í Betri Deildini hjá monnum verða við Stórá í Trongisvági leygardagin klokkan 18:30, har Jóansøka er hetta vikuskiftið.

Men seint seinnapartin leygardagin komu boð frá Strandfaraskipum Landssins, har sagt varð frá, at ferðaætlanin hjá Smyrli var broytt.

Túrurin av Tvøroyri klokkan 21:30 bleiv framskundaður til klokkan 18:30, og av tí at talan er um seinasta dyst áðrenn summarsteðgin, og at fleiri av spælarunum hjá EB/Streymi skulu av landinum tíðliga sunnumorgunin, bleiv avgjørt at útseta dystin.

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya fer skjótast tilber at áseta nýggjan leikdag.

Fríggjadagin vórðu annars tveir dystir í Betri Deildini hjá monnum á skránni. Í Fuglafirði vann Víkingur 2-1 á ÍF, og í Gundadali gjørdist úrslitið málleysur javnleikur millum B36 og KÍ. Leygardagin høvdu vágamenn vitjan av NSÍ. Runavíkingar fóru úr Dungasandi við einum 4-2 sigri í viðførinum.

Fimti dysturin í hesum umfarinum verður á Svangaskarði á Toftum týsdagin 29. juni klokkan 18:00, har B68 tekur ímóti HB.

Leygardagin var eisini fult umfar í fremstu deildini hjá kvinnum. KÍ vann 5-1 á útivølli móti 07 Vestur, og á Sandi vann B36 3-1 á AB/B71. Dystirnir millum EBS/Skála og NSÍ, og HB og Víking, endaðu báðir við javnleiki 1-1.