Føroyska U21-landsliðið tapti 3-1 fyri Rumenia á útivølli seinnapartin
Rumenar løgdu seg á odda tíðliga í dystinum við einum sjálvmáli frá okkara Sørmundi Kalsø, sum var óheppin. 1-0 var eisini støðan í steðginum, men stutt inn í seinna hálvleik bleiv tað 2-0. Henda støða helt sær bara í tveir minuttir, so fingu vit minkað um munin til 2-1, tá ið Gunnar Zachariassen skoraði uppá brotsspark.

Rumenar avgjørdu tó dystin løtu seinni, tá ið teir skoraðu til endaliga úrslitið 3-1, sum má sigast at vera eitt góðkent úrslit fyri okkara leikarar. Vert er at hava í huga, at kappingin her heima er ikki farin í gongd enn, so tað er eyðsæð, at flestu av okkara leikarum ikki hava optimala dystarvenjing. Rumenia hevur eisini í hesi undankappingini spælt javnt móti Týsklandi og vunnið á írum, so talan er um eitt sera sterkt mótstøðulið.