Bæði tey føroysku liðini taptu, tá fyrsta umfar í NM-kappingini fyri U17-landslið varð spælt í dag
Fyrsta umfar í NM-kappingini fyri U17-landslið er spælt í dag, og fyri bæði tey føroysku liðini byrjaði kappingini við ósigri.
Í Klaksvík spældi føroyska U17-landsliðið ímóti Onglandi, og endin gjørdist ein tepur 2-0 sigur til gestirnar, sum skoraðu bæði málini í seinna hálvleiki.
Ellivu minuttir eftir steðgin fingu onglendingar brotsspark, sum Bradley Fewster setti í netið, og fáar minuttir seinni økti Daniel O’Brien til 2-0 til Ongland.
Í Gundadali í Havn tók føroyska U19-liðið ímóti dønum, og her var eingin ivi um sigurin. Danmark vann 5-0, eftir at støðan í steðginum var 2-0 til danir.
Úrslitini í dag vóru hesi:
Danmark-Føroyar U19 5-0 (2-0)
Føroyar U17-Ongland 0-2 (0-0)
Ísland – Svøríki 1-2 (1-1)
Noreg – Finnland 2-2 (1-1)
Týsdagin eru aftur fýra dystir á skránni í NM-kappingini. Klokkan 15:00 spæla Ongland og Finnland í Havn, og Svøríki og Danmark við Margáir í Streymnesi.
Klokkan 18:00 spælir føroyska U19-landsliðið ímóti Íslandi á Toftum, samstundis sum Noreg og Føroyar U17 spæla í Gundadali.