Umboð fyri stóran part av feløgunum luttóku, tá FSF seinasta vikuskifti skipaði fyri temadøgum um tær avbjóðingar, ið standa fyri framman í føroyskum fótbólti
Fríggjadagin og leygardagin, 13. og 14. januar, skipaði FSF fyri temadøgum, har tær avbjóðingar, ið standa fyri framman, vórðu viðgjørdar.

Klokkan trý seinnapartin fríggjadagin bjóðaði Christian F. Andreasen, FSF-forseti, vælkomin, og greiddi frá endamálinum við temadøgunum. Síðani varð greitt frá nøkrum av málunum, ið verða á skránni til aðalfundin hjá Fótbóltssambandi Føroya, sum verður í FSF-húsinum um ein mánað, leygardagin 18. februar.

– Tiltakið eydnaðist sera væl, og eg havi varhugan av, at allir luttakararnir fingu nógv burturúr. Hetta er fyrstu ferðina, vit hava skipað fyri tílíkum temadøgum, men vónandi verður hetta afturvendandi, sigur Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.

Síðstu tíðina hava starvsnevndin og umsitingin í FSF arbeitt við einari strategiskari ætlan fyri Fótbóltssambandi Føroya, galdandi frá 2017 til 2021. Á temadøgunum bleiv strategiætlanin, har fokus er á ”Menning av leikarum”, ”Feløgini”, ”Infratsrukturur”, ”Kvinnur í fótbólti”, ”Landsliðini” og ”Leiðsla”, løgd fram og gjøgnumgingin saman við feløgunum.

Eftir framløguna og gjøgnumgongdina bleiv arbeitt í bólkum, og síðani var orðaskifti um raðfestingar, møguligir manglar og annað í samband við strategiætlanina hjá FSF.

Leygardagin varð lagt fyri klokkan níggju, og tá var evnið ”Menning av føroyskum fótbólti”. Christian F. Andreasen og Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya greiddu frá um gongdina í føroyskum fótbólti í løtuni. Hvar eru vit komin frá og hvar eru vit komin til, og hvørjar avbjóðingar standa fyri framman.

Síðani vóru seks ymiskar framløgur á skránni. Fyrsta var tað Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í FSF, ið greiddi frá menningarætlanina hjá FSF og hvussu nýggju fótbóltsmennararnir koma at arbeiða. Fimm feløg høvdu síðani hvør sína framløgu, við fimm ymiskum ”yvirskriftum”.

07 Vestur: ”At byggja upp av nýggjum”
Skála: Strategi og ætlanir”
KÍ: ”Venjaraumhvørvið”
Víkingur: ”Felagsskapur fyri øll”
B36: ”Menningin frá 2013 til 2016”

Eftir framløgurnar varð aftur arbeitt í bólkum, har kjakast varð um, hvussu vit menna føroyskan fótbólt kring alt landið, bæði við nútíðini og framtíðini í huga.

Seinnapartin var evnið ”Framtíðar kappingarleisturin” í føroyskum fótbólti, við atliti til fremstu og næstfremstu deildirnar hjá monnum. Pætur Clementsen legði fram fýra uppskot, hvussu ein møguligur framtíðar kappingarleistur kann síggja út. Hvør bólkur skuldi síðani umrøða hesi uppskot, og finna fram til fyrimunir og vansar við teim einstøku leistunum.

Fyri at styrkja kjakið vóru tveir gestarøðarar bodnir at leggja síni sjónarmið fram um komandi kappingarleistin. Stjórin á Føroya Tele, Jan Ziskasen, og ítróttaredaktørurin hjá Kringvarpi Føroya, Leivur Frederiksen, hugleiddu úr hvør sínum sjónarhorni um framtíðina fyri føroyskan fótbólt. Báðir gestarøðararnir vístu á greiðar menningarmøguleikar fyri føroyskan fótbólt, har dentur varð lagdur á, hvussu føroyskur fótbóltur verður enn meira spennandi fyri áskoðaran kring vøllin og aðrastaðni.

– Tað var breið semja um eina ítøkiliga virkisætlan fyri menningina av FSF, feløgunum og føroyskum fótbólti sum heild. Eisini tóku feløgini væl ímóti menningarætlanini at menna føroyskar leikarar. Framløgurnar frá feløgunum vóru góðar, og samanumtikið vóru dagarnir á Hotel Føroyum eitt sera væleydnað tiltak, sigur Christian F. Andreasen við heimasíðuna hjá FSF.

Fleiri myndir frá temadøgunum kunnu síggjast her: FSF Temadagar 2017