GENTUR U17: Føroyska U17-landsliðið við gentum tapti fyrsta dystin í UEFA mini-kappingini í Belfast. Úrslitið gjørdist 4-0 til Norðurírland
Hesa vikuna luttekur føroyska U17-landsliðið við gentum í UEFA mini-kapping í Belfast í Norðurírlandi. Umframt Føroyar og vertstjóðina, eru Wales og Ísland eisini við í kappingini.

Fyrsti dystur hjá okkara gentum varð spældur sunnudagin, tá Norðurírland tók ímóti. Eftir ein javnan fyrra hálvleik, har føroyska liðið spældi væl, og av álvara gav vertunum góða mótstøðu, endaði dysturin tá samanum kom við tryggum 4-0 sigri til Norðurírland, sum var frammanfyri við einum í steðginum.

Næsti dystur hjá føroyska liðnum verður í dag, tá okkara gentur skulu royna seg ímóti Wales. Dysturin millum Ísland og Wales endaði við 4-0 sigri til Ísland, sum verður mett at vera sterkasta liðið í kappingini.

Føroyar
Annika Dam, Guðrið Thomsen, Silja R. Róin, Elisabet Vang, Janita Diana Ole-Jacobsen, Ása á Reynatúgvu, Jónvá Hentze, Rebekka F. Benbakoura, Durita Hummeland, Gudný Johannessen og Evy á Lakjuni.

Í seinna hálvleiki komu hesar á vøllin
Magna Tórðardóttir, Paulina Steinolvsdóttir, Bjørg D. Djurhuus, Tóra Mohr, Tórunn H. Joensen, Amanda Johannessen og Erla Christiansen.

Venjarar
Jan Mølvad Laursen og Bára S. Klakstein.