Føroyameistararnir úr Klaksvík fingu sum tær einastu fulla úrtøku, tá 2. umfar í Betri Deildini hjá kvinnum varð spælt 2. hvítusunnudag. KÍ vann 1-0 á ÍVB, meðan dystirnir millum HB og NSÍ, og EBS/Skála og B36 endaðu við javnleiki

——————

HB – NSÍ 1-1
Heimaliðið legði væl fyri í dystinum og kom á odda, tá bert fimm minuttir vóru spældir. Julia Naomi Mortensen legði væl inn fyri til Saru Lamhauge, sum stútaði bóltin í málið, og so var 1-0 til HB í málið til 1-0.

Leiðslan helt sær størsta partin av dystinum, og HB var eisini fyri tað mesta leikliga omaná. Gestirnir vóru tó ikki heilt vandaleysir, og tað fekk HB verjan at føla, tá ið eitt korter restaði í.

Við at leggja trýst høgt uppi á vøllinum, eydnaðist tað Heidi Sevdal at vinna bóltin, reka frá øllum og skjóta hann trygt í netið. Við málinum tryggjaði liðskiparin gestunum javnleik, og harvið er nýggja liðið hjá runavíkingum nummar tvey í landskappingini.

ÍVB – KÍ 0-1
KÍ fekk fulla úrtøku, tá tær vunnu 1-0 á útivølli móti ÍVB. Einasta málið kom eftir ein knappan tíma, tá Evy á Lakjuni slapp ígjøgnum í vinstru síðu og sendi bóltin inn fyri málið, har systir hennara, Victoria á Lakjuni setti hann í netið.

Hóast ÍVB hevði onkran heilt stóran møguleika stutt fyri leiklok, so megnaði KÍ verjan at standa ímóti. Harvið hava føroyameistararnir framvegis fult stigatal, meðan felagsliðið hjá ÍF, Víkingi og B68 framvegis hevur sítt fyrsta stig til góðar.

EBS/Skála – B36 0-0
Á Eiði skuldi felagsliðið reisa seg eftir stórtap í fyrsta dystinum, meðan gestirnir úr B36 skuldu halda góðu gongdini, sum tær høvdu í fyrsta leikumfari.

Tað var eisini útiliðið, sum stóð fyri tí mesta, sum hendi í dystinum. Hendinga møguleikar vóru stórir, men ikki ov stórir til Onnu S. Hansen í EBS/Skála málinum.

Sum dysturin leið, øktist trýstið eisini móti málinum hjá heimaliðnum. Málini lótu tó bíða eftir sær í Hólmanum, og dysturin endaði við málleysum javnleiki.

KÍ og NSÍ á norðoyastevnu
Føroyameistararnir úr KÍ eru sostatt nú einsamalt oddalið, og sunnudagin taka tær ímóti NSÍ í norðoyastevnudysti í Klaksvík.

Hinir báðir dystirnir í triðja umfari í fremstu deildini hjá kvinnum eru HB – B36 og ÍVB – EBS/Skála.

Støðan og øll leikskráin sæst HER