NM U17: Svøríki er Norðurlandameistari fyri U17-landslið, meðan føroysku liðini gjørdust ávikavist nummar 5 og 7
Plaseringsdystirnir í NM-kappingini fyri U17-landslið eru spældir í dag, og fyri bæði tey føroysku liðini varð seinasti dysturin avgjørdur við brotssparkskapping.

U17 basti Íslandi
Í Gundadali spældu Føroyar U17 og Ísland um 7. og 8. plássið. Eftir fyrstu 80 minuttirnar stóð á jøvnum 1-1. John Frederiksen legði Føroyar á odda tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, men stutt fyri steðgin javnaði Ísland.
Fleiri mál komu ikki, og tí varð farið beinleiðis undir brotssparkskappingina. Her dróg føroyska liðið longra stráðið. Endaliga úrslitið gjørdist 6-5 til Føroyar.
Fyri einum ári síðani vunnu íslendingar NM-kappingini fyri U17-landslið, men í ár endaðu teir aftast.

Brotssparkskapping mátti eisini til á Argjum
Seinasti dysturin hjá føroyska U19-landsliðnum varð spældur á Argjum, har Føroyar og Finnland spældu um 5. og 6. plássið.
Longu eftir sjey minuttum varð málverjin hjá finnum vístur av vølli, og lítla løtu seinni gjørdist støðan 1-0 til Føroyar. Málskjútti var Petur Andreasen.
Men hóast ein leikara færri á vøllinum, so eydnaðist tað Finnlandi at javna til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Tískil máttu liðini undir brotssparkskapping, og eisini her vóru føroyingarnir teir neyvaru og vunnu samanlagt 6-5.

Svøríki Norðurlandameistari
Finalan í NM-kappingini varð spæld í Gundadali millum Ongland og Svøríki. Talan gjørdist um ein spennandi dyst, sum sviar vunnnu við tveimum málum móti ongum, eftir hálvleiksstøðuna 1-0 til Svøríki.
Í dystinum um bronsuna vann Noreg tepurt á Danmark. Úrslitið gjørdist 2-1 til Noreg.

NM fyri U17-landslið verður aftur um eitt ár, og tá er Noreg vertur fyri kappingini.