Nú er greitt, at HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Svøríki hósdagin 19. juni verður spældur á Tórsvølli
Um ein góðan mánað skal føroyska A-landsliðið við kvinnum í dyst aftur, tá annað av oddaliðnum í bólkinum, Svøríki kemur til Føroyar á vitjan.
Eftir ætlan skuldi HM-undankappingardysturin ímóti svium verða á Svangaskarði, men nú er avgjørt, at dysturin verður spældur á Tórsvølli hósdagin 19. juni, klokkan 18:00.
Í løtuni eru svensku kvinnurnar nummar 2 í bólkinum við fullum stigatali fyri 4 dystir, meðan Føroyar eru nummar 4 við tveimum stigum. Nummar 1 er Skotland, somuleiðis við fullum stigatali, men fyri seks dystir.