Landsliðsvenjarin hjá svium, Erik Hamren, hevur úttikið svenska hópin til HM-undankappingardystin ímóti Føroyum 11. juni

Tað verður eitt sterkt svenskt landslið sum tekur ímóti, tá Svøríki og Føroyar bresta saman á Friends Arena í Stockholm týskvøldið 11. juni.

Til dystin ímóti Føroyum hevur venjarin hjá svium, Erik Hamren, úttikið 23 leikarar, sum allir spæla í europeiskum stórfeløgum.

Størsta stjørnan á svenska liðnum er uttan iva Zlatan Ibrahimovic, sum í tráð við franska meistaraheitið við Paris Saint-Germain, eisini varð valdur til ársins fótbóltsspælara í Fraklandi í hesum kappingarárinum.

Svenski landsliðshópurin sær soleiðis út:
Andreas Isaksson, Kasimpasa SK (TUR)
Kristoffer Nordfeldt, SC Heerenveen (HOL)
Johan Wiland, FC København (DEN)
Rasmus Bengtsson, FC Twente (HOL)
Andreas Granqvist, Genoa GC (ITA)
Mikael Lustig, Celtic FC (SCO)
Per Nilsson, FC Nurnberg (GER)
Jonas Olsson, West Bromwich Albion FC (ENG)
Behrang Safari, RSC Anderlecht (BEL)
Oscar Wendt, VfL Borussia Mönchengladbach (GER)
Jimmy Durmaz, Genclerbirligi SK (TUR)
Rasmus Elm, CSKA Moskva (RUS)
Johan Elmander, Galatasaray AS (TUR)
Samuel Holmén, Istanbul BB (TUR)
Tobias Hysén, IFK Göteborg (SWE)
Zlatan Ibrahimovic, Paris Saint-Germain FC (FRA)
Alexander Kacaniklic, Fulham FC (ENG)
Kim Källström, Spartak Moskva (RUS)
Sebastian Larsson, Sunderland AFC (ENG)
Anders Svensson, IF Elfsborg (SWE)
Ola Toivonen, PSV Eindhoven (HOL)
Pontus Wernbloom, CSKA Moskva (RUS)
Erkan Zengin, Eskisehirspor (TUR)

12. oktober í fjør møttust Føroyar og Svøríki á Tórsvølli. Ta ferðina endaði dysturin við einum teprum 2-1 sigri til sviar, eftir at Rógvi Baldvinsson stutt eftir steðgin legði Føroyar á odda.

Føroyski landsliðshopurin til dystirnar ímóti Írlandi 7. juni og Svøríki 11. juni, verður almannakunngjørdur á tíðindafundi í FSF-húsinum sunnukvøldið.